Shippinglærlingur til Pelagos

Hevur tú áhuga fyri logistikki og altjóða flutningi? Dámar tær at samskipa, hava skil á smálutunum og samskifta við fólk? So er tað kanska tær, vit leita eftir.

Pelagos søkir eftir einum ágrýtnum lærlingi, sum serliga skal arbeiða við logistikki og shipping í sambandi við útflutning av uppsjóvarfiski til kundar um allan heim. Lærutíðin er 2 ár og skúlagongdin, sum er í Danmark, er 8-10 vikur.

Tú fert millum annað at arbeiða við:

• Samskipan av flutningi og avskipingum

• Avgreiðslu av fraktskjølum og fakturering

• Samskifti við kundar og flutningsfeløg

• Skráseting í Business Central og Innova

• Goymslustýring og uppfylging av vøruflutningi

• Fyrisitingarligum uppgávum í sambandi við sølu

Vit vænta, at tú:

• Hevur áhuga fyri logistikki og kundatænastu

• Hevur hug at seta teg inn í nýggja tøkni og nýggjar skipanir

• Ert ágrýtin, nærløgd/nærlagdur og tekur ábyrgd

• Ert fleksibul og megnar at varðveita yvirlitið, tá fleiri uppgávur eru í gongd í senn

• Hevur góð samstarvsevni

• Dugir væl føroyskt og enskt í skrift og talu

• Hevur prógv á miðnámsstøði.

Vit bjóða

Eitt fjølbroytt og avbjóðandi lærupláss í einari fyritøku við altjóða virksemi. Saman við royndum starvsfeløgum fært tú upplæring í logistikki, shipping og útflutningi og góðar møguleikar at menna teg bæði fakliga og persónliga.

Umsókn

Send umsókn og prógv til pol@pelagos.fo í seinasta lagi 25 oktobur.

Hevur tú spurningar um læruplássið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Pól í Skorini á tel.nr. 777011.