Starvsfólk til reingerð og kantinu hjá Pelagos

Pelagos søkir eftir einum álítandi og røskum starvsfólki til reingerð og kantinu á virkinum í Fuglafirði.

Starvið fevnir um reingerð og uppgávur í sambandi við kantinuna. Tú verður partur av gerandisdegnum á virkinum og kemur at hava ein týdningarmiklan leiklut í at tryggja, at skrivstova, kantina, skiftingarrúm og onnur heit øki hjá Pelagos eru rein, ruddilig og væl skipað.

Tá fiskur er at arbeiða, koyrir virkið í døgndrift í tveimum skiftum. Tí er neyðugt, at tú ert fleksibul og sinnað/-ur at arbeiða longri dagar í tíðarskeiðum, tá virksemið er nógv.

Høvuðsuppgávur:

·       Reingerð av skrivstovu, kantinu, skiftingarrúmum og øðrum heitum økjum

·       At halda kantinuøkið ruddiligt og innbjóðandi

·       At standa fyri innkeyp til reingerð og kantinu

·       At seta mat fram til starvsfólk í kantinuni

·       Aðrar fyrifallandi uppgávur í sambandi við reingerð og kantinu

Vit vænta, at tú

·       Ert álítandi, røkin og hevur góðan ordan

·       Dugir at arbeiða sjálvstøðugt

·       Ert tænastusinnað/sinnaður og trívist millum fólk

·       Ert fleksibul við arbeiðstíðum, serliga tá virkið koyrir í tveimum vaktum

Starvsstaður og umsókn:
Starvsstaður
: Pelagos í Fuglafirði
Umsóknarfreist:
Mándagin 25. mai 2026
Umsóknin skal sendast til:
annika@pelagos.fo

Ynskir tú at hoyra meira um starvið, ert tú vælkomin at venda tær til fíggjarstjóra felagsins, Annika R. Hammer, á telefon 777002 ella við telduposti á annika@pelagos.fo.