Stjóri til Pelagos Pf
Hevur tú góð evni at leiða, trygt strategiskt tev og áræði at standa á odda fyri einum av størstu og mest framkomnu virkjunum í Føroyum og Norðuratlantshavi?
Vit leita eftir einum nýggjum stjóra, sum kann tryggja, at Pelagos framhaldandi kann mennast og vera kappingarført á altjóða marknaðinum fyri uppsjóvarfisk.
Fyritøkan hevur verið í støðugari framgongd og miðvísari menning seinastu 10 árini. Sum stjóri á Pelagos fært tú eitt avbjóðandi, fjølbroytt og týðandi starv innan útflutningsvinnuna í Føroyum.
Ábyrgdarøki
Sum stjóri hevur tú høvuðsábyrgdina av dagligu leiðsluni umframt menningini og strategisku kósini hjá Pelagos og dóttirfeløgum. Tín uppgáva verður at
- leiða og menna eitt toymi á umleið 75 starvsfólk.
- tryggja støðuga framleiðslu og høga góðsku í einum virksemi, har sera nógv er at gera í vertíðini.
- umboða samtakið yvirfyri veitarum, kundum og myndugleikum í Føroyum og úti í heimi.
- samstarva við eigarar og nevnd um langtíðarætlanir, kós og menning felagsins.
Vit vænta, at tú
- hevur holla vitan um altjóða marknaðir og sølu
- hevur gott innlit í virkisleiðslu og framleiðslu
- dugir at samstarva, motivera og skapa úrslit saman við øðrum
- megnar at arbeiða undir stórum trýsti og at taka rættar avgerðir, tá ið á stendur
- hevur hóskandi útbúgving og viðkomandi royndir innan leiðslu og strategiska menning
Vit bjóða
Vit bjóða tær eitt fjølbroytt og avbjóðandi starv í einari framkomnari altjóða fyritøku, har tú fært ávirkan og ábyrgd, gott og støðugt samstarv við nevnd og eigarar umframt setanartreytir, sum samsvara við ábyrgd og royndir. Arbeiðsstaðurin er í Fuglafirði, har felagið hevur bæði høvuðsskrivstovu og framleiðsluvirki.
Starvsbyrjan og setanarviðurskifti
Talan er um fulltíðarstarv við starvsbyrjan 1. august. 2025 ella eftir nærri avtalu.
Løn og setanarviðurskifti verða sett sambært avtalu.
Umsókn og freist
Umsókn saman við lívsrensli, prógvum og møguligum viðmælum skal sendast til Marjun Eystberg, á teldupost: input@input.fo. Freistin at søkja starvið er týsdagin 1. juli 2025.
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jan Petersen, nevndarformann, tlf: 557010, teldupost: jan@cig.fo, ella Jóhan Páll Joensen, stjóra, tlf: 777001, teldupost: johan.pall@pelagos.fo
Um Pelagos
Pelagos varð stovnað í 2014 og er eitt framkomið uppsjóvarvirki í Fuglafirði, sum framleiðir hágóðsku matvørur úr makreli, sild, lodnu, svartkjafti og gulllaksi. Við eini framleiðsluorku upp til 900 tons um samdøgrið og einum umsetningi á umleið 1 milliard krónur um árið, er Pelagos ein lyklaleikari á altjóða fiskavørumarknaðinum.
Vørurnar frá Pelagos verða seldar um allan heimin, og vit leggja stóran dent á góðsku, burðardygd og rætta handfaring av rávøruni.