Um okkum

Uppsjóvarvirkið Pelagos varð stovnað í 2014. Vit leggja okkum eftir at framleiða hágóðsku uppsjóvarfisk úr Norðuratlantshavi. Virkið er sera framkomið, og leggur dent á at handfara fiskin rætt og varliga og undir neyvum eftirliti fyri at varðveita góðskuna gjøgnum alla framleiðsluna. 

Vørurnar frá Pelagos verða seldar um allan heim.

Ánarar

Eigararnir av Pelagos eru Sp/f Framherji, P/F Palli hjá Mariannu, P/F Havsbrún og P/F Enni.

Sp/f Framherji er eitt av stóru feløgunum í føroyskari fiskivinnu. Felagið eigur og rekur uppsjóvarskip, flakatrolara og línuskip.

P/F Palli hjá Mariannu er eitt av stóru feløgunum í føroyskari uppsjóvarvinnu.

Felagið eigur og rekur uppsjóvarskip.

P/F Havsbrún er ein av størstu framleiðarunum av fiskamjøli og fóðri í Norðuratlantshavi. Havsbrún er partur av Bakkafrost samtakinum.

P/F Enni er íløgufelag í Fuglafirði.

Eigararnir og stovnararnir av Pelagos hava drúgva søgu og eru framvegis virknir leikarar í føroyskari fiskivinnu og alivinnu.

Miðlar

Her finnur tú búmerkið og myndir hjá Pelagos.

  • Pelagos Positive (1)

    Búmerki 1. val

    Hetta búmerkið skal vera fyrsta val og sum skal brúkast, har tað ber til.   

  • Pelagos Negative (1)

    Búmerki 1. val / Negativ