Søk stuðul

Pelagos stuðlar feløgum, felagskapum og øðrum, sum reka mentanarligt, vælgerandi og ítróttarligt virksemi í tí økinum, ið vit virka. Pelagos fær nógvar umsóknir árliga og tilber ikki at játta stuðul til øll. Stuðul verður ikki latin til námsferðir/uttanlandsferðir, politisk endamál og til tónleika- og bókaútgávur. Tað vil ikki siga, at vit ikki keypa fløgu- og bókaútgávur. Pelagos ynskjir, at allar umsóknir skulu verða skrivligar. Niðanfyri er umsóknarskjal, har umsøkarin skal fylla út og greitt tilskila endamálið við stuðlinum. Bert umsóknir, ið eru sendar inn á niðanfyri standandi oyðublaði vera viðgjørdar. Umsóknirnar verða viðgjørdar 4 ferðir um árið - í februar, mai, august, og november, og skulu umsóknirnar vera okkum í hendi í seinasta lagi tann fyrsta í mánaðinum, tað skal viðgerast.

Pelagos hevur ábyrgd av teimum persónsupplýsingum, sum verða latnar okkum. Sí Dátuverndarlógina fyri nærri kunning. Tá tú sendir okkum umsókn um stuðul, góðtekur tú, at vit savna og skráseta tær upplýsingar, sum standa í umsóknini. Upplýsingar frá teimum, vit ynskja at stuðla, goyma vit í okkara skipan í upp til 5 ár. Um vit ikki velja at stuðla tær, verður innsavnað tilfar burturbeint eftir hvørja stuðulsviðgerð. Við at lata okkum tína umsókn, játtar tú, at tú hevur lisið, skilt og góðtikið leiðreglurnar omanfyri, og at upplýsingarnar, tú hevur sent okkum, eru rættar og sannar.